Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heystkonsert í Norðurlandahúsinum

John William Joensen

Føroya Symfoniorkestur heystkonsert í Norðurlandahúsinum 17. september.

À skránni: Ouverturan til Cosi fan tutte av W. A. Mozart, Variatiónirnar yvir eitt rokokkotema av P. Tschaikowsky, Kol Nidrei av Max Bruch og 2. symfoni av J. Brahms.
Dirigentur: Bernhard Wilkinson
Solistur: Anders Öberg, solosellistur í Kongaliga Kapellinum



Konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 17. september klokkan 16. Á skránni er ein av teimum vøkru ouverturunum eftir W. A. Mozart.
Sum solist hevur FSO hesa ferð kenda sellospælaran Anders Øberg, sum annars hevur verið orkestrinum ein sera góður stuðul og vinur, og hevur hjálpt okkum við framførslum ikki færri enn 20 framførslum.
Hann spælir fyrst eitt verk av Tschaikowaky, Variatíónir yvir eitt rokokkotema.  Hugtakandi verk fyri sello og orkestur. Síðani vakra verkið av Max Bruch, Kol Nidrei.
Eftir steðgin verður stórfingna 2.symfoniin  av Johannes Brahm. Hon hevur fýra satsir í vøkrum og pastoralum lagdámi.



Anders Öberg er føddur og uppvaksin í Skellefteå í Svøríki. Ellivu ára gamal fekk hann fyrstu undirvísingina í sellospæli. Sekstan ára gamal byrjaði hann á Jútska Musikkháskúlanum og var næmingur hjá Hans-Erik Deckert. Eftir fýra árum har kom hann til Keypmannahavnar at halda fram  at studera hjá Erling Blöndal-Bengtsson. Í 1977 vann hann kappingina at gerast tónleikari í Kongaliga Kapellinum, har hann síðani 1980 hevur verið solosellistur. Bert hevur hann tvey ár (90-92) verið solosellistur í Radiosymfoniorkestrinum.
Annars kann leggjast afturat, at Anders Öberg er ein serligur vinur av Føroya Symfoniorkestri og hevur ikki færri enn tjúgu ferðir verið her og stuðlað okkum við framførslum.