Nú sólin stendur lágt, og heystardagur er, broytist vakra náttúran og ger seg klára til veturin. Líka so forkunnugir litirnir á gróðrinum og umhvørvinum eru um várið, eru litirnir beint nú, nú gróðurin følnar og veturin byrjar at leggja sína køldu hond á foldina.
Men, hugsa vit um allar fyrimunirnar, ið tær ymsu árstíðirnar geva okkum, so kunnu vit ikki annað enn fegnast um, at hesir klettar eru okkara.
Ein túrur niðan á Flesjar, eftir fjørðuni yvir á Hellisenda og heimaftur, kagandi við myndatólinu í onkrar havar á vegnum. gevur nógv til eyguni. Ikki so nógvur fuglur var at síggja í morgun, tó eg sá ein, ið eg ikki kendi, men sum fór undan mær áðrenn myndatólið var klárt. Men í Gerðabø situr ein kráka við unga á vælsliðna teiginum.
Hóast tjøldrini skuldu verið rýnd um hálvan september, so sæst enn eitt ganga úti á Fløtum á Norðoyri, men um tað fara vit helst at hoyra meira um í vetur. Njótið litirnarn (uttan Fotoshop):




