Í morgun var ein óðinshani í hávanum her á Rygsvegi. Tað mesta eg plagi at hava vitjan av eru starar, dúgvur, hvørkveggjur og ymsir spurvar. Tí var eitt sindur hugaligt at síggja ein óðinshana her fyri fyrstu ferð.
Restin av myndunum her eru frá leygardegnum og fríggjadegnum, gongutúrar út á Oyrar. Um vit seta bilin og ganga í staðin, so er nógv fyri eyguni, hygg bara, hetta niðanfyri er bert ein evarska lítil partur av øllum vit eru vælsignaði við, tað er bert at fáa eygað á tað:

































