Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heystlitirnir ein vakran dag

Oliver Joensen

Summarið er farið, og tað sum farið er av heystinum hevur onkuntíð verið betrið enn tað í ár, men sunnudagin var ein hugnaligur heystdagur.

Vit fara at lata myndirnar talað fyri seg. Um túrin kann sigast at gingið varð við myndatólinum fram við Borðoyarvík út í Grøv og niðan við Gravará eftir hugnaligu gøtuni, sum býargartnarin hevur lagt gjøgnum plantaguøkið.
Tað er rættuliga vorðið "in" at ganga túrar, nú flestu okkara ikki í dagliga arbeiðinum røra okkum nóg nógv, og tey eru mong, ið leitað sær út í Grøv, bæði á sumri og á vetri, at njóta ótrúliga vakra umhvørvið.