Ebbe F. Petersen svarar spurningum um heystið hesaferð. Hann sigur m.a., at nú koma heimabundnu klæðini til sín rætt.
Ebbe F. Petersen svarar spurningum um heystið hesaferð. Hann sigur m.a., at nú koma heimabundnu klæðini til sín rætt.
Hvussu vilt tú lýsa árstíðina heystið?
Úti er einsligt og kalt, og dagarnir eru gráir og myrkir, men inni er lívið merkt av hvussu tað eydnaðist við at fylla hjallin og løðurnar við kjøti og eplum. Nógv av hesum livir enn millum fleiri føroyingar og úti á landinum í Danmark. Men kanska í stórbýnum gleða fólk seg til heystferiuna, sum merkir at ferðin gongur til eitt heitt land, helst burtur frá teimum einsligu og køldu døgunum. Heystið er tann tíðin, táið tey góðu heimagjørdu klæðini koma til sín rætt. Troyggir, húgvir, stúkur og sjálvandi teir heimbundnar hosur frá ommu. Heystið er eisini tann tíðin, tá ið ein heitur koppur kaffi, te ella aspargirsuppu er góður.
Hevur heysti nakað at siga fyri teg? Hví ella hvussu tá?
Heystið er kanska tann tíðin, hvar eg serliga verði mintur á lívsins gongd, um ikki at taka nakað fyri givið, tí at alt hevur sína tíð. At vera ungur og sterkur er gott og signa, men heystið kemur til okkum øll, tí er tað gott at hava fylt hjallin og løðurnar við onkrum góðum.
Fert tú heim í heystferiu? hví?
Nei, men eg fari á EK-Legu (Eliaskirkjulegu) í Stenløse, saman við fleiri øðrum føroyingum.
Um tú vart í Føroyum nú, hvat hevði tú so fingist við?
Tað er ein góður spurningur, tað er skjótt at hugsa um alt tað, sum eg fór frá tá ið eg fór niður at lesa. Mín fyrsti tanki er at arbeiða sum timburmaður, og í frítíðini fingist við kristiligt arbeiði runt Føroyar; og sjálvandi hevði Klaksvíkingur eisini havt sítt pláss í tí vikuligu rútmuni.
Hvussu er heystið øðrvísi í Danmark samanborið við í Føroyum?
Tað er upplagt at nevna øll tey naknu trøini, og øll tey følnaðu bløðini, sum í vindi koma flákrandi um oyrini á einum, ímeðan man súkklar í skúla.
Hvat er besta heysti tú minnist?
Í 2006 var allur mín árgangur á Studentaskúlanum á Kambsdali í Madrid. Tað var fantastiskt at koma til henda býin og uppliva hann saman við studenta flokkinum, serliga at sita á Bernabeu, og síggja Zidane, Beckham, Ronaldo og Torres í grannauppgerð millum Real Madrid og Atletico Madrid. Dysturin endaði 1-1.




