Anna Sofía Lava svarar stutt og greitt, hvussu hon lýsir heystið og hvat henni dámar hesa ársins tíð.
Anna Sofía Lava svarar stutt og greitt, hvussu hon lýsir heystið og hvat henni dámar hesa ársins tíð.
Hvussu vilt tú lýsa árstíðina heystið?
Hugnalig og friðsæl.
Hevur heystið nakað at siga fyri teg? hví ella hvussu tá?
Heystið er mín yndisárstíð; summarfrítíðin er farin fram um og dagligdagurin byrjar aftur so smátt. Tá er ofta okkurt nýtt á skránni, og nýggjar avbjóðingar fyri framman. Eisini havi eg føðingardag um heystið, so er altíð hugnaligt at bjóða vinfólkum til ein góðan drekkamunn 🙂
Fert tú heim í heystferiuni? hví?
Noy, tíverri.
Um tú vart í Føroyum nú, hvat hevði tú so fingist við?
Allarhelst fingið ein góðan bita saman við familjuni , og vitja vinir og familju. Møguliga eisini farið ein góðan, langan gongutúr.
Hvussu er heystið annarleiðis í Danmark samanborið við í Føroyum?
Í Danmark eru nógv trø, so nógvir litir eru at síggja runt umkring í býnum, tá tey byrja at missa bløðini, ið hava skift lit. Tað er vakurt, men í Føroyum haldi eg, at vit eru góð til at skapa eitt slag av felagsskapi um heystið, tá ið seyðir skulu flettast og fólk stákast í køkinum. Tað er nakað vit samlast um sum familja, og tað er nakað heilt serligt.
Hvat er tað besta heystið, tú kanst minnast?
Eg búði í keypmannahavn sum barn og ung, og eitt heystið høvdu foreldur míni avgjørt, at eg skuldi fáa ein ferðaseðil til Føroyar í føðingardagsgávu. Pápi mín var í Danmark og eg skuldi síðani ferðast við honum heim aftur til Føroyar. Tá eg kom á land úr Dúgvini í Klaksvík var tað byrja at skýma. Eg sá vøkru fjøllini norðanfyri og kendi tungu luftina leggja seg sum eitt vatt yvir býin. Tá visti eg, at tað var í Føroyum, at eg skuldi búgva. Árið eftir flutti eg heim.




