Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

HF hevur hjá nógvum gjørt stóran mun

Miðnám á Kambsdali

Klaksvíkar HF-skeið er partur av Miðnámi á Kambsdali, men heldur til í modernaðu hølunum í Tekniska Skúla í Klaksvík. HF er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni. Útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum, sum hava havt ein steðg frá skúlanum og ætla sær at lesa víðari.

Jóannes Hansen, sum í mong ár hevur undirvíst í samfelagsfrøði á Klaksvíkar HF skeiði, greiðir frá, at royndirnar vísa, at HF skeiðið í Klaksvík hjá so mongum hevur verið avgerandi lopfjøl til útbúgving og arbeiði.

Í Klaksvík og Norðoyggjum og aðra staðni í Føroyum og eisini uttanlands samskiftir Jóannes ikki so sjáldan við fólk, sum í síni tíð vóru á HF skeiðnum í Klaksvík.

Tey minnast aftur á hugaligt tíðarskeið í góðum umhvørvi saman við næmingum, sum vórðu teirra vinir, og lærarum og leiðslu, sum vóru nærri og tættari, enn tað ber til so nógva aðrastaðni.

Summi komu á skúlan ikki so langt eftir, at tey vóru liðug við fólkaskúlan, og onnur gjørdu í meiri búnum aldri av, at nú skuldu tey fara undir útbúgving á miðnámi, og tá var HF í Klaksvík valið.

Hjá summum var hetta stig í almennu menningini, áðrenn tey fóru aftur á arbeiðsmarknaðin. Hjá øðrum var hetta fyrsta stigið á leiðini ímóti miðallangari útbúgving, og nógv av hesum eru nú á arbeiðsplássum í Klaksvík. Og hjá uppaftur øðrum var HF prógvið fyrsta stig á leiðini ímóti universitetsútbúgving og lyklastørvum í privata ella almenna geiranum.

“Ofta havi eg upplivað fyrrverandi næmingar siga, at árini á HF skeiðnum gjørdu mun” endar Jóannes.

 

Samanhald og føstulávintshugni á Klaksvíkar HF-skeiði

Á HF í Klaksvík eru bert tveir flokkar, so mann kemur hvør øðrum við á ein serligan hátt og javnan er okkurt hugnaligt á skránni. Fastalávintsmánadag skipaði skúlin fyri kvøðing. Hetta var gjørt við fleiri dansiringum á Kambsdali og einum í Klaksvík. Veðrið var kalt og illfýsið, so tað var deiligt at dansa seg heitan við føroyskum dansi. Í Klaksvík dansaðu næmingar og lærarar inni á hugnaliga bókasavninum og nakrir næmingar á øðrum ári skipaðu dansin. Tey kvóðu m.a. Santa Simeon og Burtur á heiði. Aftaná fingu tey leskiligar fastalávintsbollar frá skúlanum og hugnaðu sær saman.

 

Næmingaprát

Vit hava prátað við tveir næmingar, sum ganga á fyrsta árið, um hvussu tað er at ganga á Klaksvíkar HF-skeiði.

Áron Dahl er 24 ára gamal og úr Klaksvík. Fyri hann er flokkurin ein stórur partur av grundini til, at honum dámar væl at ganga á HF. Tað er gott samanhald, serliga millum dreingirnar í flokkinum. Tað, sum er strævið, er at møta tíðliga um morgunin.

Áron fortelur at hann valdi HF í Klaksvík, tí hann ætlar sær at gerast námsfrøðingur, og við eini HF útbúgving ber tað til. Honum dámar væl at arbeiða við børnum og sigur: “Eg havi arbeitt tríggjar fantastiskar mánaðar í barnagarði og vil geva børnunum eitt mannfólk at síggja upp til.”

Spurdur, um hann hevur nakra yndislærugrein, svarar Áron, at lívfrøði og enskt eru tær mest áhugaverdu.

 

Elisabet Mikkelsen er 23 ár og úr Klaksvík. Hon greiðir frá, at hon valdi at ganga á HF í Klaksvík fyri at fáa eina útbúgving. HF røkkur langt og ger, at mann hevur fleiri møguleikar í framtíðini.

Spurd, um hvussu henni dámar at ganga her, svarar hon: “Mær dámar væl at ganga her, flokkurin er fittur og deiliga lítil. Øll hava uppá onkran máta samband við hvønn annan.”

Yndislærugreinin hjá Elisabet er støddfrøði, og hon hevur framtíðarætlanir um antin at gerast skrivstovufólk ella formaður á einum fiskavirki. Hon arbeiðir longu á kósini í frítíðini, og kundi hugsa sær at hildið fram við tí.

 

Nærri kunning um Klaksvíkar HF-skeið og innskriving er at finna á www.kambsdalur.fo 

 

Harleyfacadeacryl