Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Higartil lítið av havhestaungum

Oliver Joensen

Elmar Simonsen, í Hvannasundi, sum á hvørjum ári tekur havhestaungar at selja, sigur at tað sýnist sum um ungarnir koma seinni á sjógvin hvørt árið.

Vit hava higartil bert tikið umleið 250 havhestaungar í tríggjar dagar. Báturin, sum var úti í morgun fekk bert ein, men hartil er at siga at illa var sjóvað og sjóvarfallið verður betur seinnapartin, so tá rokna vit við at fáa fleiri.
Onkuntíð eru vit komnir uppá 500 havhestaungar í ein dag, so sigast má, at illa hevur hildnast higartil í ár. Men nógvur havhestur eigur her norðanfyri, so helst manglar bert at nakað av vindi verður, soleiðis at ungarnir fara á sjógvin. Tá vit vóru eftir havhestaeggum í vár, vóru eggini ikki stropaði 24. so havhesturin hevur vorpið seint í ár.