20 manns og kvinnur úr Noregi, Ruslandi, Pólandi, tveir japanar og ein úr USA hildu nýggjár umborð á Atlantic Navigator, sum lá í Ánunum um nýggjárið.
Atlantic Navigator kom aftur av fiskileið leygardagin á miðdegi, eftir ein avbera góðan túr. Miðskeiðis á túrinum løgdu teir upp 300 tons, men hava nú 1400 tons av surimi og 500 tons av fiskamjøli. Manningin taldi hesaferð 103 fólk – kvinnu og menn.
Tí varð hildið jól umborð eftir øllum “kunstens reglum” við góðum mati og hátíðarhaldi annars – úti í sjónum. Eisini fingu øll umborð jólagávur frá sjómanskvinnuringunum. Hetta vóru øll, sum vera man, fegin og takksom fyri. Men tey fremmandu úr Ruslandi og Pólandi serlig vóru bilsin, yvirraskað og ikki sørt rørd av hesi fyri tey hjartanemandi hending – at fáa jólagávur umborð á einum skipi í fremmandum havi. Tað hildu tey vera serstakt! Tey vóru ómetaliga takksom.
Nýggjárshald við bryggju:
Nýggjársaftan – vildu noregsmenninir hava “pinnekjøt”, sum er bæði jóla- og nýggjársmatur í Noregi. Hetta er saltað og turkað lamskjøt – síður og ryggjastykkir. Kjøtið verður dampkókað í 2 – 3 tímar og síðani snerkt í ovninum 10 – 15 min við nógvum hita.
MEN afturvið hava teir kókaðar røtur, sum verða mosaðar til greyt, har rómi og kryddaríðir verða latin í. Ongar røtur vóru at finna umborð. So vórðu boð send eftir umsjónarmanninum hjá bátinum: Hans Arne Bertholdsen.
Hans Arne kendi onkran, sum kendi onkran, og løtu seinni fór hann umborð við einum posa, sum ein annar jólamaður, við hópin av góðum sandoyarótum.
Jú, tá var frøði á kvinnum og monnum, og enn ein hátíð var bjargað umborð. So varð hildið nýggjár umborð við norskum “pinnekjøt” og rótum av Sandi.
Manningini og reiðaríi verður ynskt eitt gott og eydnuberandi nýggjár
Mynd og tekstur: Dávur Winther




