Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hillary Clinton vann kjakið

Helgi Abrahamsen

Sambært eini meiningarkanning, sum CNN hevur gjørt, vann Hillary Clinton triðja sjónvarpsorðaskiftið millum hana og Donald Trump í nátt. Tað skrivar danska TV2.

52 prosent av teimum spurdu siga at Clinton vann, meðan 39 prosent siga, at Trump vann.

Tað sum fjølmiðlar gera mest burturúr eftir orðaskiftið er, at Donald Trump  kundi ikki lova, at hann fer at góðkenna valúrslitið, um hann tapir valið.

“Tað er púra óhoyrt, at eitt forsetavalevni sigur hatta, og tað verður tað, sum fólk fara at minnast frá orðaskiftinum, sigur Jørn Brøndal, lektari á SDU við dr.dk.

“Ikki at vilja viðurkenna eitt valúrslit, og tað at hann sáar iva um valið, og um hvørt valskipanin byggir á svik, undirgrevur alt tað amerikanska fólkaræðið,” sigur hann.

Sjónvarpsorðaskiftið í nátt var tað seinasta av trimum umførum, áðrenn valið tann 8. november. Sambært veljarakanningum stendur Hillary Clinton til at vinna valið.

Harleywoodpaint