Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hin 14. september 1946 tá 32% av føroysku veljarunum atkvøddu fyri loysing

John William Joensen

Í dag fyri 63 árum síðan var umstrídda fólkaatkvøðan sum endaði við at Føroyar fingu heimastýrislógina.

Av teimum 17.216 føroyingum sum høvdu valrætt vóru einans 67,5% á valið og av hesum atkvøddu 5.490 (47,2%) fyri stjørnaruppskotinum, meðan 5.656 (48,7%) atkvøddu fyri loysing frá Danmark.

At valluttøkan var so lág kom óivað av teirri orðsøk at eitt nú Fólkaflokkurin ikki var foreintur við fólkaatkvøðuna og at sera stór ósemja var millum føroysku flokkarnar um fólkaatkvøðuna. Endin var at Fólkaflokkurin heitti á veljarar sínar um at skriva NEI sum eitt mótmæli uppá atkvøðuseðlarnar.

Ógyldaðu atkvøðurnar taldu 478 (4,1%).

Sostatt vóru 166 atkvøður fleiri fyri loysing og beinan vegin fóru partarnir at kjakst um hvar NEI atkvøðurnar hoyrdu heima.

Endin var at kongur koyrdi løgtingið heim og nýval var útskrivað sum heimastýrisflokkarnir vunnu. Harafturat var Tjóðvedisflokkurin stovnaður sum eitt mótmæli móti heimastýrislógini og flokkurin hevur fram til dagin í dag hátíðarhildið dagin tá 32% av føroysku veljarunum atkvølddu fyri loysingini……….

Og so er kjaktorið opið fyri viðmerkingum
Norðlýsið 🙂

Harleywoodpaint