Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hinir nærkast Klaksvíkingi

Jákup Ósá

Men spurningurin er, um ikki stutta hvílitíðin millum stevnurnar nú kann vera ein fyrimunur fyri yngstu manningina hjá 10-mannaførunum.

10-mannafarið Klaksvíkingur við nýggjari ungari manning hevur fingið eina ynskisbyrjan hjá 10-mannaførunum í ár. Á heimasjógvi á Norðoyastevnu vann Klaksvíkingur tryggan sigur, men á jóansøku minkaði munurin aftur til allar tríggjar avbjóðararnar. Munurin aftur til nummar 2 var meir enn eitt sekund, so nakar ivi um vinnaran var tað tó ikki.

Mikukvøldið verður útsetti róðurin frá Sundalagsstevnuni í Hósvík. Tað ger, at hetta er serlig avbjóðing, tí bara 4 dagar eru millum stevnurnar. Nakað sum er óvanligt í kappróðri. Í ítrótti verður ofta sagt, at yngri ítróttarfólk skulu hava styttri tíð at fylla battaríiðini aftur. Tí kann tað vísa seg at vera ein fyrimunur fyri Klaksvíking, sum hevur yngstu manningina hjá 10-mannaførunum. Hinvegin var so lítil munur á jóansøku, at vit kunnu ikki avskriva hinar bátarnar, hóast Klaksvíkingur er favorittur. Drekin Reyði var báturin, sum gav Klaksvíkingi harða kapping seinast. 

Kappróðurin mikukvøldið byrjar kl. 19.00. 10-mannaførini væntast at rógva umleið kl. 21.10. KVF vísir róðurin beinleiðis í sjónvarpinum.

Myndin er av, tá 10-mannaførimi komu á mál á jóansøku leygardagin. Mynd: Screenshot/KVF