Nýggj skaldsøga eftir Sólrun Michelsen “Hinumegin er Mars”.
Nýggj skaldsøga eftir Sólrun Michelsen “Hinumegin er Mars”.
Frásøgukvinnan er miðskeiðis í trýssunum og sannkennir nú av álvara, at tann stytsti teinurin er eftir. Sagt verður frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum og samstundisí brotum, hvussu tilveran hevur verið fyri hana og dóttrina. Mamman viknar og minnist ikki longur alt, blandar fólk saman og kennir viðhvørt ikki dóttrina. Samstundis hevur hon lyndi til at blíva treisk og stendur upp á sítt, hóast dóttirin roynir at greiða henni frá, at tað er ikki rætt. Uppímillum øsir dóttirin seg, tí mamman er so ómøgulig, meðan mamman er líka mild og blíð í síni bronglaðu fatan. Dóttirin elskar mammuna, men kennir ábyrgdina strævna. Eingin kjansur er at fáa hana inn á eitt umlættingarheim, tí so ring er hon heldur ikki.
HINUMEGIN ER MARS er poetisk mynd av tí at eldast og dregur fram, at tað snýr seg um at steðga á og njóta hvørja løtu.




