Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hitamet í Grønlandi

Danial Viðoy

DMI málti týsdagin sera høgan temperatur í Grønlandi – tann heitasti dagurin higartil í Grønlandi.

DMI málti týsdagin sera høgan temperatur í Grønlandi – tann heitasti dagurin higartil í Grønlandi.

DMI málti 25,9 hitastig týsdagin í Grønlandi og er hetta heitasta, DMI nakrantíð hevur mált í hesum landi. DMI byrjaði at kanna temperatur í Grønlandi í 1958.

Tað var ein veðurstøð við Maniitsoq (Sukurtoppinum), sum er fáar hundrað kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Nuuk.

Áðrenn hetta hitametið, var seinasta hitamet 25,5 hitastig frá 27. juli 1990 í Kangerlussuaq. Kangerlussuaq liggur nær “Sukurtoppinum.”

Orsøkin er allarhelst til hetta hitamet, at tað týsdagin lá eitt hátrýst yvir Grønlandi, og tað kombinerað við einum lágtrýstið yvir Baffin Island vestan fyri Grønland elvdi til landssynningsvind. Og hetta førdi til eina “føhn-effekt.”

Tað hevur turkað luftina og DMI upplýsti, at hon var sera turr. Fugtigheitin var heilt niðri á tjúgu prosentum.

Umframt tað sera turru luft kann eisini speglingin av sólini í havinum hava verið við til tann høga temperaturin í Maniitsoq, sum liggur við havið.

At “føhn-effektin” hevur stóran týdning fyri bygdirnar við sjóvarmálan, er ikki at taka seg aftur í. Bara 70 kilometrar longri inni í landinum við Kangerlussuaq vórðu máldir 20,4 hitastig, við tað at ættin ikki viðførdi “føhn-effekt” á hesum stað.

Kelda: jyllands-posten