Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hitt, sum eingin tosar um, bleiv ikki fráboða sýslumanninum

John William Joensen

Beint fyri miðnátt leygarkvøldið varnaðust menn í Hattarvík at ”hitt” sum eingin kann nevna við navnið var beint út fyri bygdini. Men sýslumaðurin fekk ongantíð boð. Hann var sjálvur staddur eysturi í Barmi og telefonsambandi var sera vánaligt. Politiið sigur at ábyrgd av at boða til hitt-tú-veist liggur hjá føroysku myndugleikunum.

Sum skilst var heldur ikki fráboða politinum í Havn og myndugleikarnir vóru sum skilst ikki sørt firtnir um at Norðlýsið hevði skriva um hitt.

Men nú danskt og føroyskt lógvald eftir øllum at døma hevur lagt seg skerflatt fyri útlendskum hóttanum er ikki nógv at gera hjá ”hitt”monnum ella hjá føroyingum sum hava brúkt rættin til egið tilfeingið.

Fiskimálaráðið situr við ábyrgd.

Norðlýsið hevur spurgt politiið um avgjørt er ikki at halda ”hitt” til so leingi sum fremmandir gestir eru í landinum og svarið er at hetta er beinleiðis ábyrgd hjá Fiskimálaráðnum.

– Sýslumennirnir eru undir fiskimálaráðnum og ábyrgdin hjá politinum er at verja grundlógina og at friður, lóg- og landaskil er. Vit eru væl útgjørd og fyrireika til at takla støðuna skuldi ófriður tikið seg upp í samband við hitt-tú-veist, var svarið frá politivaldinum.

Sostatt er tað fiskimálaráðið sum bakkar fyri útlendskum trýsti – og tey hava annars sagt seg verja føroysk rættindi og serliga rættin til tilfeingið.

Ikki hevur eydnast okkum at fáa fatur á fiskimálaráðharranum í morgun, men sum skilst eru ongin boð givin um ikki at halda hitt-sum eingin-kann-nevna til. Bólturin er sleptur niður til sýslumennirnar at taka avgerð um ófriður skal verða ella ikki.

Harleyfacadeacryl