Um sumrarnar, tá ið útisetar eru heima, verður oftani skipað fyri ymsum áramálsettum hátíðarhaldum, tá ið farið varð í ella úr skúla.
Hesum sama høvdu tey, sum gingu á Ziskatrøð fyri 60 árum síðan, sett sær fyri: At minnast ella hátíðarhalda, at tað nú eru liðin 60 ár síðani, tey fóru í skúla.
Flokkurin æt 1. C, tá ið tey fóru í skúla. Eftir 7. flokk góvust nøkur, sum var vanligt tá, onkur sluppu í real og restin í ymiskar 8. flokkar. Anfinn Justinussen var flokslærari øll sjey barnaárini. Tey minnast hann øll sum eitt slag av “pápafiguri” og eina góða fyrimynd.
Nøvnini
Tey, sum hittust í gjár vóru: Jógvan Høj, Jóna hjá Jógvan – læraranum, Anna Katrina Mikkelsen hjá Nødda, Hallgerð hjá Svend, Bina hjá Jaspur, Heri hjá Petur Ova, Petur hjá Petur hjá Hildu, Annika hjá Asbjørn, Agnar hjá Óla, Agnas hjá Sibillu, Petur Stampe, Jóhann Páll hjá Levi, Magnus hjá Joffa, Súsanna hjá Assu, Jørgin hjá Kallu, Lydia hjá Otto, Ása hjá Hans Jacob, Ólavur Johannesen og Sigga hjá Markus í Kunoy.
Gjárdagurin byrjaði við at hittast í skúlanum og síggja nýggja snotiliga skúlan á Skúlatrøð, sum fyri teimum ikki var at kenna aftur við allari teirri tøkni, vídd og møguleikum annars, ið nú finnast.
Eisini kann skúlin savnast inni í stórum aulum ella skálum, í mun til tá ið tey gingu á Ziskatrøð, har bert ein smøl gongd var, og so sjálvandi eisini skúlagarðurin, sum tey oftast vórðu rikin útí.
Dagurin byrjaði væl við góðum veðri og rann skjótt saman aftur, tó at ár og dagar eru gingnir síðani onkur teirra hava sæðst.
Tó var kanska ein, ið fekk eitt sindur av uppmerksemi, tí hann (sum áður) kom ov seint – Jørgin Dahl, Jørgin hjá Kallu, sum hann vanliga var nevndur. Og so øll at klemma hann og prátið fór á glið. Tað var líka við, at “hann varð settur eftir”…
Eina løtu stóðu Jørgin og Heri og prátaðu úti í skúlagarðinum, meðan Jørgin ballaði sær eina rull. Heri sigur stillisliga við Jørgen um ikki at sleppa stubban niður í túnið. “Ver ikki altíð sum Alex”, sigur Jørgin við einum smíli, og so var alt aftur, sum fyri 50 árum síðan, og søgurnar raplaðu úr teimum.
Sóu Betesda
Tá ið tey høvdu sæð skúlan, gekk leiðin oman í Betesda, har Jóhann Páll Joensen greiddi frá byggingini av hesum snotiliga bygningi, tøknini og teimum møguleikum, húsið kundi ambæta samkomuni við. Har er sum kunnugt nógv virksemi bæði millum tey ungu við nógvum tónleiki, hósdagskaffi, møtir og so nógv annað.
Jóhann Páll vísti eisini dømi um, hvussu ljóðið og eftirklangstíðin kundi regulerast, og hvussu ljóðgott húsið var, at ein einsamallur maður á aftasta bonki kundi at kalla hoyrast eins væl og tann, á fremsta bonki.
Betesda bjóðar eisini inn á Summarfestivalinum og hevur “Opið hús” út á náttina, har øll eru vælkomin, og beyð Jóhann Páll sínum gamla flokki vælkomnum at hittast aftur á Summarfestivalinum til ein góðan kaffimunn og annars at nýta hentleikarnar í húsinum.
Vitjaðu Varpið
Síðani varð boðið inn at síggja nýggja mentanarhúsið, Varpið, har Dávur Winther, sum er skrivari í stýrinum fyri grunnin, ið byggir, greiddi frá.
Greitt varð frá teimum ymsu rúmunum, hvat tey eru ætlað til og at Posthúsið, sum vit minnast tað í størsta mun er varðveitt uttan í sínum upprunaliga sniðið, tó at tað innan er broytt nakað við skrivstovum, køki, kafé, nýggjum trappurúmi og lyft.
Greitt varð frá arkitektakappingini, sum Ósbjørn Jacobsen Arkitektar vunnu við teimum trimum serligu ikonisku brigdunum: Bogaður húsakroppur, trol spent sum dúkur um húsið við ljósi millum húsið og dúkin, og síðani at veggurin móti Vágsbøi kann latast upp við opi, sum er 12 x 8 m.
Tað kunnu sita inni í høllini 378 fólk við svala – eisini kann gólvið gerast slætt og kunnu tá sita hópin meir í røðum við borðum. Ætlanin við húsinum er umframt at verða brúkt til tónleik, sjónleik, konsertir, mentanartiltøk, o.a. eisini at skula brúkast til ráðstevnur og so mangt annað.
Skemtað varð við, at helst sluppu bæði Jørgin, Heri, Lydia, Jóhann Páll, Ólavur og onnur við at royna húsið um ikki so langa tíð.
Eftir hesa drúgvu rundferð endaði dagurin við, at flokkurin hittist á Nólsoyar Pálsgarðinum kl. 19 til ein betri bita og eitt betri og drúgvari prát, har eisini okkurt óvæntað tónleikainnslag var á skrá.






































































