Tað vóru tvær sera glaðar og spentar Rakul og Joan, ið hittu Nik & Jay á Summarfestivalinum
Rakul Samuelsen var hepni vinnarin av kappingini hjá Norðoya Sparikassa og hevði hon vinkonuna Joan við sær at heilsa uppá Nik & Jay.
Nik & Jay komu til Klaksvíkar um hálvgum nýggju tíðina í gjárkvøldi og vóru tær báðar sera spentar til at heilsa uppá donsku stjørnurnar.
Tað var ein hugnalig og avslappandi løta áðrenn konsertina, har møguleiki var fyri at fáa autograf og mynd saman við Nik & Jay.




