8 umfør eru leikt og tað er sami leikari sum í 2012, iðliggur ovast á “assist” listanum. Christian Mouritsen liggur beint í hølunum.
Upplegg ella betri kent sum enska heitið “assist” er hugtakfyri, tá ein leikari er næst seinastur á bóltinum, har tað gevur mál hjá einsegna liði. Tað kann eisini vera ein, ið fær fríspark ella brotsspark.
Í fjør endaði Hjalgrím Elttør ovast við 12 uppleggumframmanfyri Símun Samuelsen, Árna Frederiksberg og Hans Paula Samuelsen. Hesirsomu finnast allir í topp 12 listanum higartil, har allir leikarar við trimumella fleiri uppleggum eru á. Hjalgrím liggur á odda við 8 uppleggum og beint í hølunum liggur Christian Mouritsen við 7. Einans landskappingardystir telja við íyvirlitinum.
Nummar 1:
Hjalgrím Elttør 8 (KÍ)
Nummar 2:
Christian Mouritsen 7 (HB)
Nummar 3-4:
Páll A. Klettskarð 5 (KÍ)
Tór Ingar Akselsen 5 (07Vestur)
Nummar 5-6
Fróði Benjaminsen 4 (HB)
Ari Ellingsgaard 4 (ÍF)
Nummar 7-13:
Símun Samuelsen 3 (HB)
Gunnar Zachariassen 3 (EB/Streymur)
Hans Pauli Samuelsen 3 (EB/Streymur)
Filip Djordjevic 3 (Víkingur)
Árni Frederiksberg 3 (NSÍ)
Lukasz Cieslewicz 3 (B36)
Øssur Dalbúð 3 (ÍF)




