Rópini ljóðaðu taktfast frá Bláu Bylgjuni í áskoðaraskýlinum í góðveðrinum í dag, sunnudagin, í dystinum millum KÍ og EB/Streym, sum KÍ vann 4-1, og har Hjalgrím Elttør gjørdi øll 4 málini fyri heimaliðið.
Nógvir KÍ-leikarar gjørdu rættiliga vart við seg í hesum dystinum, sum vit fara at greiða nærri frá seinni.
Tað stutta av tí langa var, at Eyðun Klakstein legði upp til fyrsta málið, Atli Danielsen til tey næstu tvey, meðan Hjalgrím skoraði tað fjórða upp á ein retur, eftir at Jacob Bymar, sum eisini leikti væl, hevði roynt seg við einum skoti.
4-1 til KÍ, sum tí framvegis hongur rímiliga væl við í oddanum í 1. deild.




