Fótbóltsfepurin er í hæddini undan FM-dystinum millum Víking og KÍ seinni í dag
Fótbóltsfepurin er í hæddini undan FM-dystinum millum Víking og KÍ seinni í dag
Landnyrðingskommunurnar eru karmur um stórdyst í EFFO-deildini, sum heilt víst fer at gera av um FM endar í Gøtu/Leirvík ella Klaksvík
Arbeiðspláss báðumeðin fjørðin hava arbeiðsfjøld úr hvør sínum kommunum. Undirsjóvartunnilin hevur sambundið økið, so gomul mørk ikki finnast meira.
Eitt av hesum arbeiðsplássum er tannlæknastovan Tannspenn í Klaksvík. Hjalgrím Elttør hevði tíð í dag, og starvsfólkini høvdu gjørt seg út við øðrum enn sprøjtum og borum. Tey høvdu latið seg í spæliblusurnar. KÍ vann hendan dystin og so er at vóna at KÍ eisini vinnur seinni í dag.
Kick-off kl. 17.30
Myndina eigur Herdis Vernersdóttir
Koyr á KÍ!!!




