Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjalgrím longt við KÍ

Jákup Ósá

Hann er í løtuni helst betri fyri enn leingi. Í kvøld hevur form leikarin Hjalgrím Elttør gjørt nýggjan sáttmála við KÍ fyri 2017.

Seinastu umførini hevur 33 ára gamli Hjalgrím Elttør verið millum mest eyðsýndu leikararnar í Effodeildini. Hann hevur fingið ein nýggjan leiklut á KÍ liðnum, har hann í nógv størri mun er blivin ein liðleikari enn einstaklingurin, sum avger dystir. Og tó, so hevur hann ov til framvegis avgerandi leiklut í málum. M.a. legði hann upp til týðandi 1-0 málið á Skála fyri nøkrum vikum síðani eins og hann legði upp til 2-0 málið móti NSÍ síðsta sunnudag eftir ein av sínum eyðkendu túrum í vinstru síðu. Tað er serliga renniorkan, sum Hjalgrím hevur framum aðrar. Tá mótstøðuliðið er í álopi, so er Hjalgrím ofta aftasti leikarin, men tá KÍ so leypur á, so er hann fremsti maður. Tískil hevur hann helst eisini havt ein týðandi leiklut í, at KÍ hevur latið so fá mál inn í ár. Við øðrum orðum er Hjalgrím blivin ein leikari, sum hevur minst líka stóran týdning fyri verjuspælið sum fyri álopsspælið. 

Nýggi sáttmálin millum KÍ og Hjalgrím Elttør er galdandi fyri 2017.