Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjalgrím manglar bara eitt mál til klubb 100

Jákup Ósá

Í løtuni hava 14 leikarar skorað 100 ella fleiri mál í bestu deildini í Føroyum.

Tá Hjalgrím Elttør í 9. umfarinum skoraði til 4-1 í dystinum móti B68, so var talan um mál nummar 99 í bestu deildini hjá KÍ leikaranum. Sostatt manglar hann bara eitt mál í at koma í fína selskapið í klubb 100, har 14 leikarar eru frammanundan. Teir eru:

1. Jákup á Borg 389 dystir – 152 mál

2. John Petersen 193 dystir – 147 mál

3. Súni Fríði Barbá 244 dystir – 140 mál

4. Arnbjørn Hansen 223 dystir – 138 mál

5. Kurt Mørkøre 228 dystir – 138 mál

6. Fróði Benjaminsen 417 dystir – 134 mál

7. Christian Høgni Jacobsen 246 dystir – 126 mál

8. Andrew av Fløtum 293 dystir – 123 mál

9. Klæmint A. Olsen 203 dystir – 119 mál

10. Símun Petur Justinussen 247 dystir – 117 mál

11. Uni Arge 159 dystir – 112 mál

12. Hans Pauli Samuelsen 345 dystir – 104 mál

13. Heri Nolsøe104 dystir – 102 mál

14. Heðin á Lakjuni 417 dystir – 100 mál

Hjalgrím og Clayton nærkast

Av leikarunum sum nærkast klubb 100, so er Hjalgrím Elttør sum kunnugt tann nærmasti. Men eisini Clayton Soares úr ÍF kann møguliga koma uppá 100 mál í ár, tí hann er í løtuni á 92. Kemur Finnur Justinussen heim aftur at spæla í ár, so hevur hann eisini góðan møguleika til at røkka 100, tí hann liggur á 97. Av virknum leikarum eru tað teir tríggir, sum eru nærmast við at koma í klubb 100.

Listin yvir virknar leikarar, sum nærkast klubb 100:

Hjalgrím Elttør 366 dystir – 99 mál

Finnur Justinussen 173 dystir – 97 mál

Clayton Soares 203 dystir – 92 mál