Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjalgrím spælir sín dyst nummar 400 á ólavsøku

Jákup Ósá

Leygardagin rundar Hjalgrím Elttør 400 dystir í bestu deildini og kemur sostatt í eitt selskap við heilt fáum leikarum, ið hava rokkið so høgt dystartal.

Tað eru fáir leikarar í føroyskum fótbólti, ið hava spælt 400 dystir ella fleiri. Tríggir leikarar, ið hava rokkið hesum eru Fróði Benjaminsen(441), Heðin á Lakjuni(417) og Egil á Bø (410). Gongur alt eftir ætlan, so spælir Hjalgrím Elttør sín dyst nummar 400 leygardagin, tá KÍ vitjar HB á ólavsøku. Hjalgrím hevur skorað 102 mál hesar 399 dystirnar, harav heili 14 móti mótstøðuliðnum leygardagin.

HB og KÍ spæla ólavsøkudag kl. 16.00.