Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjallurin hjá Heina heimskendur

Dávur Winther

Talan er um kenda sjónvarpsvertin Tareq Taylor, sum vegna BBC hevur og ger eina vælvitjaða matsending í sjónvarpinum, ið verður kallað Tareq Taylor’s Nordic Cookery.

Kent sjónvarpslið, sum ger hópin av sendingum til BBC og 70 aðrar sjónvarpsstøðir, hevur í dag vitjað í “russiska hjallinum” hjá Heina Ósá í Klaksvík.

Talan er um kenda sjónvarpsvertin Tareq Taylor, sum vegna BBC hevur og ger eina vælvitjaða matsending í sjónvarpinum, ið verður kallað Tareq Taylor’s Nordic Cookery.

Teir eru komnir í samband við Mortan í Hamrabyrgi og skulu saman við honum gera eina matsendingar úr Føroyum og valdu teir at taka upp í Klaksvík, kring hjallin hjá Heina.

Tá ið Mortan greiddi frá serliga hjallinum í Klaksvík, sum Heini Ósá hevði gjørt við tekju á úr einum hylki av eini russiskari rakett, teir fingu í trolið fyri nøkrum árum, hildu sjónvarpsmenninir hetta vera so sermerkt, at teir vildu gera hesa einu matsending kring henda serstaka hjallin.

Hjallurin stendur á vøkrum stað og er alt kring hann sera væl frágingið – Til høvið varð ein bógvur, ein síða, nakrar greipur og ein lykkja hongd upp í hjallinum, sum viðspælarar til sendingina.

Síðani greiddi Mortan í Hamrabyrgi frá søguni um hjallin, føroyskari matmentan og tí, sum knýrtir seg at henni og gjørdi til seinast ein góðan brellbita úr hesum – eins og annað leskiligt, meðan upptøkutóli rullaði.

So hjallurin hjá Heina Ósá í Klaksvík kann gerast heimskendur umvegis teir fimm sjónvarpsmenninar handan Tareq Taylor’s Nordic Cookery, sum Tareq Taylor saman við Mortan í Hamrabyrgi ger fyri BBC.

Orð & Myndir: Dávur Winther