Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjálparfólk til Spælistovuna

LÝSING

Klaksvíkar kommunala dagrøkt søkir eftir hjálparfólki at byrja 1. September 2016 ella eftir nærri avtalu.


Vit hugsa okkum, at tú møtir í Spælistovuni kl. 07.30 hvønn morgun til reiðar at taka ímóti børnum, sum hava tørv á gestarøkt, tá onkrir av okkara føstu dagrøktarum eru burturfrá. Tað kunnu vera ávís tíðarskeið í árinum, har tørvur er á, at tú møtir inn seinni uppá dagin.


Dagligu arbeiðstímarnir sum gestarøktari kunnu væntast at verða ymiskir í tali, eins og tað kunnu verða tíðarskeið við nógvum arbeiði og aðrar tíðir við minni av hesum arbeiði.


Vit ynskja, at tú

Ert opin og fyrikomandi

ert nærverandi og rúmar ymiskleikum hjá børnum

sært avbjóðingar og møguleikar fram um mørk

ert sterk/-ur í at samskifta og leggur dent á gott samstarv

ert morgunfús/-ur og fyrikomandi

hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum

hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

ert fleksibul


Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv við børnum.


Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Føroya Pedagogfelag.


Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian Bjartalíð, dagrøktarleiðara á telefon 22 57 19.


Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. juni 2016 og sendast til dagrokt@klaksvik.fo ella Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt, á Brekku 36, 700 Klaksvík