Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjarnar spæla í Klaksvík og Havn

Tíðindaskriv

Rockbólkurin Hjarnar hevur síðst í mai konsertir, har teir spæla sangir av kendari útgávu.

Rockbólkurin Hjarnar hevur síðst í mai konsertir, har teir spæla sangir av kendari útgávu.

Nú verður møguleiki at uppliva roynda rockbólkin Hjarnar á konsertum, sum verða hildnar í Klaksvík og í Havn.

Hjarnar er ein av slóðbrótandi bólkunum í føroyskum tónleiki, og fyrra partin av áttatiárunum vóru teir sera virknir við útgávum og framførslum. Í 1984 kom LP-plátan We Come For You út, og hendan útgávan verður í miðdeplinum, nú Hjarnar savnast aftur til tvær serligar framførslur.

Fríggjakvøldið 27. mai kl. 20:00 spæla Hjarnar í Spaniastovu í Klaksvík, og leygarkvøldið 28. mai kl.21:00 verða teir at hoyra í Reinsarínum í Havn.

Á hesum konsertum spæla Hjarnar sangir av útgávuni We Come For You, og teir tríva eisini í onkrar aðrar kendar sangir av øðrum útgávum. Harafturat verður eisini okkurt at hoyra, sum teir ongantíð áður hava spælt live.

Hjarnar stillar við sterkastu manning til konsertirnar. Tónleikararnir í bólkinum verða Karl Martin Samuelsen, Jørgin Dahl, Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen, Ólavur Øster, Hans Black og Graham Stewart.