Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartað vann á vitinum

Oliver Joensen

Fyri stuttum ljóðaði, at Hallur Joensen, “Contry kongurin”, sum fleiri kalla hann, varð fluttur aftur til Føroya eftir at hava búleikast í Danmark í eitt ár. Í eitt stutt bil beint nú hevur Hallur verið í Klaksvík, og tað eydnaðist okkum at fáa eitt prát við hann, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar. Fyri einum ári síðani, fluttu vit bæði, eg og Annika, kona mín, saman við soni okkara Alex til Herning í Danmark.

Ryktu teltpelarnar upp

Orsøkin var, at sonurin líður av aspherger syndrom, ein støða, sum krevur nógv av honum, um hann skal fáa eitt vanligt lív í samfelagnum. Hesum hava vit bæði stuðla honum í frá byrjan.

Lat meg siga beinan vegin, at eg haldi ikki at tað er nøkur gøla, at vit noyðast at flyta niður at leita okkum avbjóðingar. Í mínari verð, so eru Føroyar ikki nóg stórar til at vit kunnu vera heimsmeistarar í øllum. Tvørturímóti haldi eg at tað er ein sólskinssøga, at vit bara kunnu rykkja “teltpelarnar” upp og flyta til Danmarkar í hesum føri.

Skúin á Skulatrøð var góður

Í Klaksvík hevur hann verið sera væl stuðlaður og mentur í einum serflokki í skúlanum á Skúlatrøð, men nú sonurin var blivin 17 ára gamal, hildu vit tað vera rætt, at fara til Danmarkar við honum at leita okkum eftir avbjóðingum til hansara, tí í Føroyum vóru ikki nøktandi tilboð, nú hann var farin úr skúlanum.

Funnu gott tilboð

Í Herning funnu vit ein skúla, ið júst tók sær av slíkum næmingum. Nú er Alex 18 ára gamal, og hann er broyttur og mentur ótrúliga nógv hetta árið hann hevur gingið á Skúla í Herning á STU (Særlig Tilrættelagt Undervisning) har siktið hjá skúlanum bara eru fólk við asphergersyndromi.

Nú er tað ov rúgvismikið at koma inna hvat aspherger er fyri nakað, men eg kann siga so mikið at tað er ein formur fyri autismu. Alex er nevniliga eitt flogvit á summum økjum, men manglar vitan á øðrum og tað er hetta sum skúlin arbeiðir við.

Alex og tímatalvan

Minnist tá vit í byrjanini sótu og tosaðu um tímatalvuna, sum skuldi leggjast til rættis, tá spyr lærarin, vilt tú hava danskt á tímatalvuni? Nei, segði Alex, so var tað úti av myndini. So spyr hann, vilt tú hava rokning? Nei, segði Alex, so var tað eisini útilokað. Hetta sigur eitt sindur um hvussu skúlin arbeiðir. Tað verður av øllum alvi roynt at finna útav, hvat næmingurin sjálvur vil og hevur hug til og so verður farið fram eftir tí. Eitt skiftið var Alex í praktikk í Bilka, men tað var skjótt at funnið var útav at hetta var ikki tað rætta, so var aftur roynt við onkrum øðrum.

Vit vildu stuðlað Alexi víðari fram

Sum eg segði, so er Alex øgiliga gløggur, men spurningurin er bara hvat hann er til. Skúlin lærir hann tað hann ikki er góður til, nevniliga at búgva fyri seg sjálvan og at gera tað, sum krevst, fyri at ein kann klára seg sjálvan, so sum at gera mat, vaska klæði og annað mangt í dagligdegnum. Síðani verður farið víðari fram at finna honum eitthvørt hann kann arbeiða við í framtíðini.

Hóast okkara heim var í Klaksvík og alt okkara netverk var her, so høvdu vit tað ikki so trupult at flyta til Danmarkar, tá vit føldu, at tað var neyðugt fyri at Alex skuldi koma víðari aftaná tað, sum skúlin kundi geva honum her.

Venjari hjá B94

Alex er nevniliga føddur niðri og vit bæði búðu tá í Esbjerg, har eg arbeiddi í einum firma, ið gjørdi betongelementir, samstundis sum eg spældi í bólkinum West & Blues har, og eg var eisini eitt skiftið venjari hjá føroyska fótbóltsfelagnum B94 í Esbjerg, har umleið 60 mans vóru til venjing fýra dagar um vikuna. Annika var niðri og lærdi til tannteknikara. Hon fekk prógvið, men hon mátti skjótt gevast við hesum arbeiði, tí hon fekk alergi av gullinum.

Rigga av í Danmark

Tá vit nú flyta niður saman við Alex, hava vit eina ætlan um at vera eitt ár niðri og so koma upp aftur til Føroya 1. September í ár.

Alt sýnist at ganga sum ætlað. Vit nærkast málinum, 1. september er í nánd, vit siga íbúðina upp, siga telefonina frá okkum og meginpartin av møblunum flyta vit heim til Føroya.

Nú bar onki til at sova

Hetta kvøldið, tá møblarnir vóru farnir, og vit skuldu út úr íbúðini í morgin, fara tankarnir at mala. Eg minnist, at tá vit vóru farin í song, bar ikki til at sovna. Vit lógu har og prátaðu aftur og fram um støðuna.

Vit høvdu sett okkum sum mál, at brúka eitt ár niðri og høvdu arbeitt fram ímóti, at nú skuldu vit heim aftur. Tað vísti seg tó, at bondini til Alex, og menningin, sum hann stríddist við, hevði størri týdning fyri okkum bæði, enn tað at flyta heim. Vit gera tí av hesa náttina – Nei, vit fara ikki heim. Vit taka eitt ár afturat. Eg havi livað av at vera tónleikari síðani 2008 og í tí sambandinum havi eg ferðast nógv, bæði í Danmark, Føroyum, Hetlandi, Íslandi, Noregi og aðrastaðni, so tað skal ganga hjá okkum báðum at búgva niðri og stuðla undir Alex í eitt ár afturat. Aftaná tað, fáa vit at síggja hvør støðan er.

Onki stað at búgva

Hetta var tó ein ógvuslig avgerð, tí nú høvdu vit onki stað at búgva í, ongar møblar og telefonin var avbrotin. Eg fann so útav at finna eina goymslu í Herning har vit kundu uppmagasinera tað vit høvdu eftir av ymiskum og so forbarmaði systir mín, sum býr í Brørup, seg yvir okkum og vit fluttu inn til hennara. Tað bleiv tí onki av at flyta heim aftur 1. september. Nú hava vit funnið eina aðra íbúð í Herning og hana fari eg niður í morgin til at rigga til saman við Alex.

5 tímar til og frá skúlanum

Hesa tíðina hevur Alex pendla frá Brørup til Herning hvønn dag í skúla, síðani skúlin byrjaði aftur. tað tekur honum tveir tímar til skúlan og tríggjar tímar heim aftur, so hann brúkar fimm tímar hvønn dag aftur og fram, men hann fer glaður í skúla hvønn dag og tað fegnast vit bæði eg og Annika um.

Íbúðina vit nú hava leigað, hava vit leigað fram til 1. september í 2018. Tað er okkara vón, at Alex verður komin enn longur í strembanini eftir at klára seg uttan okkara hjálp.

Onki at vera misnøgd um

Men tak ikki synd í okkum. Fleiri hava spurt meg um vit trívast niðri og í hesum meldrinum. Tað avgjørdu vit bæði áðrenn vit fóru niður av fyrstan tíð, at tað skuldu vit. Vit hava verið opin og hava livað okkum inn í samfelagið har vit eru í Herning, so hóast onki er sum Klaksvík, so hava vit onki at vera misnøgd við.

Hjartað segði nei

Hesa náttina vit bæði ikki fingu blund í eyguni og lógu og prátaðu aftur og fram, vunnu kenslurnar á vitinum. Kanska við ongum skili. Men vit valdu at hjálpa honum at fáa eina mjúkari lending nú hann arbeiðir við at klára seg sjálvan í samfelagnum á jøvnum føti við okkum onnur.

Vit høvdu snøgt sagt ikki hjartað til at sleppa honum beint tá. Vit vóru farin niður upp á at hjálpa dronginum at fóta sær sjálvum í samfelagnum og hjartað segði okkum, at vit kundu gera meira enn vit høvdu gjørt higartil fyri Alex.