Í dag, fríggjadagin frá kl. 14:30 til 16:30 var stórt tiltak í Snjallubjallu.
Tey høvdu gjørt nógvar ymiskar prýðislutir at selja, og vóru tað serligt børnini, sum høvdu gjørt lutirnar ígjøgnum vikuna. Eisini kundi tú keypa kaffi, te og køku.
Sigið endiliga ommum, abbum og familju frá um tiltakið, høvdu leiðarnir biðið børnini. Allur peningurin fór til at hjálpararbeiðið í Ukraina. Til ber at lesa meira inni á heimasíðuni www.snjallabjalla.fo
Alla hesa vikuna hava tey gjørt eina rúgvu, sum so bleiv selt í dag. Har var eisini hópin av fólki á gátt og nógv varð selt. So ommurnar og abbarni høvdu nógv at gera við at halda skil á og keypa.
Rørandi var eisini at hoyra Olgu Rasmussen greiða frá sínum heimlandi, Ukraina – har standurin er ringur. Tey snakka nógv í telefon saman, greiddi Olga frá – siga tó ikki ”Góðan dag”, men bert ”Góða nátt”!
Olga var takksom fyri alla ta hjálp, tey høvdu fingið – eisini hetta fitta tiltakið, sum børnini í Snjallubjallu høvdu staðið fyri saman við teimum vaksnu.








