Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartans takk fyri hjápina

ABC barnahjálp

Børn og starvsfólk hjá ABC barnahjálp í Liberia senda føroyingum eina hjartans tøkk fyri fíggjarligan stuðul, nú Ebola rakar Liberia so serliga meint. Samstundis heita vit á fólk um framvegis at stuðla, so vit kunnu hjálpa enn fleiri

Børn og starvsfólk hjá ABC barnahjálp í Liberia senda føroyingum eina hjartans tøkk fyri fíggjarligan stuðul, nú Ebola rakar Liberia so serliga meint. Samstundis heita vit á fólk um framvegis at stuðla, so vit kunnu hjálpa enn fleiri

Tíðindaskriv, 5. oktober 2014

Fólk hava tikið so væl undir við áheitanini um stuðul, at vit umframt at keypt heilivág, eisini hava kunnað sett á stovn ein fyribils heimaskúla. Hetta eru tey og vit so hjartans takksom fyri. Barnaheimið er nú eisini ein lívligur og virkin skúladepil við glaðum børnum og starvsfólki. Vit hava gjørt alt, vit kunnu, fyri at verja tey fyri at koma í samband við Ebola smittuna.

Barnaheimið og økið rundanum er ikki stórt. Harafturat er garðurin høgur og tað sæst ikki út um, so tað gerst sera innilokað ikki at sleppa út í so langa tíð. Harafturat eru allir skúlar í Liberia afturlætnir orsakað av Ebola. Tað var ikki gott fyri okkara børn, tí tað var sera tyngjandi fyri tey at hugsa um sjúku og deyða og ikki sleppa út um garðin. Tí hevur tað ligið okkum tungt á hjarta at stuðla og vegleiða teimum í at skapa ein so virknan og innihaldsríkan gerandisdag, sum gjørligt, fyri at økja um trivnaðin og hugin at halda seg inni á økinum.

Ynskja at hjálpa fleiri

Liberia er sera hart rakt av Ebola og støðan sær bara út til at versna. Enn hava myndugleikarnir ikki tamarhald á støtðuni og fólk verða framvegis funnin liggjandi deyð uttandura. Lík av ebolasjúkum eru ógvuliga smittuberandi, so tað ræður um at halda seg so isoleraðan sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er tað, sum vit royna við at halda okkara børn og ungu inni á okkara øki.

Nógv kvinnur sita hjálparleysar og fleiri børn eru vorðin foreldraleys av Ebola. ABC barnahjálp ynskir, gjøgnum okkara fólk í Liberia, at hjálpa hesum kvinnum og børnum. Eitt nú samla vit inn til seymimaskinur og startkapital, soleiðis at hesar kvinnur fáa møguleika at vinna til at breyðføða seg og børnini.

Tíbetur er eingin av børnum og starvsfólkum hjá ABC barnahjálp fingið sjúkuna.

ABC barnahjálp í Føroyum takkar eisini so hjartaliga fyri tann stóra stuðul og áhuga, sum vit hava fingið og merkt hesa tíðina.

Ynskir tú at stuðla kanst tú flyta pening á kontu og BankNordik. Merk flytingina: “Hjálp til ebola-raktar familjur”.

Tombola til frama ebola-raktar familjur

Í heystfrítíðini verður tombola í hølunum hjá ABC barnahjálp í Nólsoyar Pálsgøtu 24 í Klaksvík. Opið verður hósdagin og fríggjadagin frá kl. 15.00 – 18.00 og leygardagin frá kl. 10.00-14.00.

Vit taka ímóti lutum til tombola, mánakvøldið 13. oktober frá 17-19.00. Lutir kunnu latast í hølunum hjá ABC barnahjálp í Nólsoyar Pálsgøtu 24 í Klaksvík. Til ber eisini at ringja til Hildu Viderø á tlf. 222085.

Vinarliga vegna ABC barnahjálp

Rúna Sivertsen, forkvinna Bárður Lydersen

Hilda Viderø, næstforkvinna Andrea Niclasen, skrivari

Beinta Háberg Jacobsen Randi Jacobsen, peningarøkil