Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartans tøkk, og hjartaliga tillukku!

(Hannefía Joensen)

Valið er farið afturum og fólkið hevur talað. Vil tí nýta høvið at takka øllum tykkum, sum farnu vikurnar, so ótroyttiliga hava nýtt tíð og orku, í royndini at vinna okkum umboð á Løgtingi, fyri Sandoynna, Sandoyar Tjóðveldisfelag, og fyri meg persónliga.

Tað hevur verið ein heiður, og stuttleiki, at umboða tykkum á Tingi farnu árini, og vóni eg at politiska slóðin hevur virði. Tjóðin stendur tó til allar tíðir, omanfyri bæði persónar og flokkar.

Ein serlig tøkk til øll tykkum, sum hóast harðan ágang móti mínum persóni, stóðu okkum við lið og stríddust til tað síðsta. Vónin er sjálvsagt at flokkurin stendur seg væl í samgongusamráðingum, og at fólksins vilji, sæst aftur í politisku ávirkanini. Livst so spyrst.

Hjartaliga tillukku tit, sum vunnu inn um tinggátt, nývald sum afturvald. Ein styrki fyri flokkin at kvinnurnar nú fjølgast á tingi, sum liður í nútímansgerðini av føroyska samfelagnum. Latið kortini ikki sterku sentralu umboðanina, køva eginuppdriftina í ytru økjunum, men hjálpið útjaðaranum á leið, tí vit eru jú ein og sama tjóð, við somu rættindum.

Eina kvøðu og tøkk sendi eg eisini til tykkum, sum ikki stillaðu uppaftur, ella ikki vóru afturvald, og sum eg havi stóra virðing fyri, hóast vit ikki altíð róðu sama róður.

Takk fyri dystin og tillukku við gullinum!

Páll á Reynatúgvu,
varamaður á Tingi

Harleywoodpaint