Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjartasuff fra einum ungum sjómanni

Oliver Joensen

Tosaði ein dagin við ein ungan sjómann, og spurdi hann, hvat hann helt um fiskivinnuna. Hetta er tað hann skrivaði til mín.

"Sum ungur sjómaður í Føroyum, vil eg ikki siga at man hevur eina bjarta framtíð.
Fólk sum "ikki" liva av fiskivinnuni, hata sjómenn – tí teir fáa handan sokallaða órættvísa skattalættan. Og tey byrja at himla við eygunum, tá ið man
fer at tosa um høvusvinnuna hjá okkum, tí tey eru so troytt av, at hoyra hesar forkelaðu sjómennirnar, sum forvinna væl betur enn ein miðal hampa arbeiðsmaður, kæra sína neyð, um at tað er eingin fiskur, og at Per og Pól selja fiskiloyvir sum tey hava fingið fyri einki, fyri milliónir.

Eg vildi meint, at tann sum kom at sita sum landstýrismaður í fiskivinnumálum, fór at hugsa um hvat kann gerast fyri at fáa tað at vera áhugavert at fiska aftur, so at vit aftur kunnu fylla skipini við dugnaligum føroyskum fiskimonnum. Føroyingar eru jú kendir fyri at vera dugnaligir fiskimenn. Ti er tað spell, at skipini skullu sigla næstan manntóm, ella við manning, sum ikki dugir sítt fak til fulnar.

Er man ein ungur fiskimaður í dag, so hevur man ongan møguleika at sleppa frammat at keypa eitt skip. Tað einasta sum eg hevði havt møguleika at keypa, er ein gamlan avoldaðan ormetnan træbát, við einari gamlari rustaðari egningarmaskinu, og við einari manning sum var millum 80 ár og skinn deyð.
Og hann hevði eg kunna keypt, tí at loyvi er ov lítið til at koyra á ein størri linubát. Men hesir bátarnir tímir eingin at keypa, tí at teir bera seg ikki. Ætli eg mær at keypa ein lítlan fittan trolbát, so má eg punga út við 20 milliónum, og harav kostar loyvi 7 milliónir. So óansæð um loyvi kostar 7 mill, so má eg út við 13 milliónum bert til hettar eina skipi, og tað kann ein ungur maður ikki klára. So eg haldi ikki at tað eru loyvini sum gera, at ungir menn ikki koma framat.
Men tað sum er tað allar ringasta, er at ungir menn hava søkt um at sleppa at veiða fisk, sum eingin annar roynir eftir, men teir verða skúgvaðir til viks – um teir í heila tiki verða tiknir í betragtning. Eg veit fyri vist, at ein maður eg kenni væl, kom við einum frálíkum hugskoti um nýggjan veiðumøguleika, og hann fekk nei! Grundin var tann, at teir í fiskimálaráðnum meintu at raksturin bleiv ov dýrur.

Tað skuldi sjálvandi verið øvugt; at fiskimálaráðið var so himmalsfegi um, at tað enn vóru ungir menn í Føroyum, sum høvdu ambitiónir. Teir skuldi jú heldur spurt eftir fólki, sum hevur hug og áræði at royna nakað nýtt. Og tað hevði ikki bila petti, um teir hjálptu hesum monnum í gongd, antin við at lata bílig lán, ella við at geva teimun eitt líti oyra at starta upp við, tí hettar kemur øllum samfelagnum til gagns.
Man hevur ikki skipaða frítíð, og forvinnur ikki frægari, enn at man má verða meira enn helvtina av árinum burtur. Og so sigur tað seg sjálvt, at man fer at leita aðrar leiðir, har inntøka og frítíð er betur. Fer man at føra ein línubát, – og tað havi eg roynt, so ger man ikki annað enn at leita eftir fólki. Tað eru nokk tær størstu orsøkirnar, at ungir menn ikki tíma at fara til skips longur.

Og til endans, so meini eg at tað eru ALT ov nógvir línubátar undir Føroyum. Landstýri skuldi skorið ígjøgnum og keypt nakrar av teinum, og skrotta teir, fyri at minka um veiðitrýsti.

Samanumtikið so meini eg, at um ein føroysk fiskivinna, skal halda áfram, so verður man noyddur at fáa fólk at hyggja positivt uppá hesa vinnu, ogikki bara misunna okkum hendan skattalætta. Faa ungdómurin at læra sindur um fiskivinnuna í skúlanum og at man fær skipaði frítíðarviðurskifti."

Hvat kann man siga til hatta, uttan at landið hevur svikið? Her má okkurt gerast, so vit aftur kunnu vera errin av okkara sjomonnum, sum stríðast fyri hvønn stert og enn halda okkara landi uppi.

Eg eri so errin av teimum, og vónandi kann eg gera mítt til, at teir fáa tað, teir hava uppiborið.

Velji Miðflokkin so skil kemur í aftur fiskivinnuna – vinnan sum ger, at tunnlar, ellisheim og alt annað, ið valevni lova í eyst og vest í dag, kann fremjast í verki.

Ragnar Mouritsen