Mín heilt greiða og avgjørda áskoðan er, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu. Vil gjarna gera hetta púra greitt, so veljarin kennir mína støðu í hesum álvarsliga máli. Eftir mínum tykki álvarsligasta mál, ið nakrantíð hevur verið á løgtingi.
Mín heiltgreiða og avgjørda áskoðan er, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu. Vilgjarna gera hetta púra greitt, so veljarin kennir mína støðu í hesum álvarsligamáli. Eftir mínum tykki álvarsligasta mál, ið nakrantíð hevur verið á løgtingi.
Tað eru nógvar góðar grundir til at halda fast við hjúnabandið,soleiðis sum tað altíð hevur verið, nevniliga ímillum ein mann og eina kvinnu.Børnini eru tað dýrabarasta, vit eiga, og eru okkara gimsteinar. Ein familjavið mammu og pápa, har bæði eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um einnátúrligan og tryggan uppvøkstur. Júst hetta, at maður og kvinna eru ólík, ger,at mamman og pápin eru teir týdningarmestu identifikatiónspersónarnir ogfyrimyndirnar hjá barninum. Tann, sum kennir eitt lítið sindur tilbarnasálarfrøði, veit, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri menningina avsamleika og sjálvsmynd hjá einum barni.
Barnakonventiónin hjá ST sigur eisini, at barnið, so vítt taðer gjørligt, skal hava rætt til at kenna síni foreldur og fáa umsorgan fráteimum. (Artikkul 7.1)
Haldi ikki, at vit nóg væl duga at ímynda okkum, hvørjar avleiðingarein tulking av hjúnabandinum fer at hava fyri komandi ættarlið. Nevniliga hettaat vit fáa eina lóg, sum opnar fyri, at ein mamma líka so gjarna kann vera einmaður, og at ein pápi kann býtast um við eina kvinnu.
Tá tað er sagt, so vil eg skunda mær at leggja aftrat, atongin av okkum hevur loyvi til at fordøma onnur við aðrari áskoðan á hetta. Vithava heldur ikki myndugleika til tess. Ongin av okkum kann døma onnur viðaðrari áskoðan í hesum málinum. Tað tilkemur ikki okkum.
Persónliga kenni eg fleiri fólk, sum eru samkynd. Eg virði hesieins nógv og onnur og kundi ikki droymt um at fordømt ella niðurgjørt tey ánakran hátt.
Kjakið gerst ofta heitt, tá komið verður inn á hjúnabandslógina. Spurningurin, um fólk avsama kyni skulu kunna ganga í hjúnalag saman, hevur fylt nógv í seinastuni. Sjálvmeti eg, at tað viðhvørt kundi veriðmeira virðiligt frá báðum síðum.
Eg havi og fari altíð at hava ta áskoðan, at hjúnabandið ermillum mann og kvinnu. Fari tí ongantíðat atkvøða fyri, at fólk av sama kyni kunnu ganga í hjúnalag.
Haldi, at veljarin hevur krav uppá at kenna mína støðu íhesum álvarsmáli.
ElsebethMercedis Gunnleygsdóttur,
Løgtingslimur




