Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HM í badminton fyri unglingar í Spania

BSF

Tíðindaskriv: November 2016 er ein stórur mánaður fyri føroyskt badminton. Fyrst skulu seks av okkara ungu leikarum royna seg til HM í Bilbao, og í døgunum 9. – 14. november skulu tey eldru vera við til EM fyri blandað lið í Sofia, Bulgaria.

30. oktober fóru seks av okkara allarbestu ungu badmintonleikarum at taka lut í HM fyri U19 – leikarar – blandað lið í Bilbao, sum verður í døgunum 02. – 06. november. Tilsamans eru 59 tjóðir umboðaðar til HM. Dystirnir verða spældir í sera flottu Bilbao Arena, har pláss er fyri 5000 áskoðarum.

Tey seks, sum fóru avstað eru:

Kristina Eriksen, HBF

Gunnva Jacobsen, HBF

Alma Kentsdóttir, HBF

Dann Fróðason, MBF

Rani í Bø, KBF

Bartal Poulsen, VÍF

Landsliðsvenjarin Aritra Nandy verður eisini við á ferðini. Ferðaleiðari á túrinum er Mogens Eriksen.

Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi og Portugal, sum ávíkavist eru nummar 15 og 37 í heiminum.

“Hetta er ein sera stór avbjóðing fyri okkara ungu leikarar, men samstundis eisini ein uppliving av teimum heilt stóru”, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

Fyrsti dystur verður spældur hósdagin kl. 08.30 ímóti Portugal.

Til ber at fylgja okkara badmintonleikarum á facebook-síðunum hjá Badmintonsamband Føroya ella BWF World Junior Championships Bilbao 2016. Eisini ber til at fylgja við á bilbao2016.badminton.es.

Allarbestu eydnu til okkara U19-landslið.