Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HM tipping: Hvat oddsar Kristian Joensen?

Jákup Ósá

HM Tipping: Brasilia og Kroatia bresta saman í setanardystinum í kvøld.

HM Tipping: Brasilia og Kroatia bresta saman í setanardystinum í kvøld.

Norðlýsið fer gjøgnum alla HM kappingina av tippa dystirnar umvegis tríggjar royndar tipparar, Kristian Joensen, Ragnar Joensen og Regin Sivertsen, sum eisini koma við sínum odds seðlum og hvat ein kann satsa uppá sama dag.

Kristian Joensen er tann fyrsti, sum grundgevur fyri sínum valum. 

Brasilia-Kroatia

Setanardysturin til HM endaspæl eru sjáldan málríkur, og tað kemur hesin heldur ikki at verða. Men frammanfyri einum fullsettum leikvølli við yvir 61000 áskoðarum og tankin um varman og heimavøllin hjá Brasilia, so verður tað eitt 1 tal. Brasilia vinnur 2-0.

Brasilia – Kroatia 1 (Odds: 1,27)

Eg oddsi í dag:

189: Brasilia – Kroatia (0-1) 1

Odds: 1,87

Eg satsi í dag:

Thiago Silva skorðar fyrsta mál

Odds: 21,00

Hinir tippa

Ragnar Joensen: Brasilia-Kroatia X (Odds: 5,30)

Regin Sivertsen: Brasilia-Kroatia 1 (Odds: 1,27)

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.

Harleywoodpaint