Komandi dagarnar verður landsliðshondbóltur í Høllini á Hálsi í Tórshavn.
Tað er U21 landsliðið, sum skal kappast móti Sveis, Ísrael og Finnlandi. Eitt lið fer víðari til endaspælið. Dystirnir kunnu stroymast á youtube rásini hjá HSF.
Skráin er hendan:
Fríggjadagin 6. januar
Kl. 18.00 Ísrael – Finnland
Kl. 20.00 Sveis – Føroyar
Leygardagin 7. januar
Kl. 16.00 Finnland – Sveis
Kl. 18.00 Føroyar – Ísrael
Sunnudagin 8. januar
Kl. 15.00 Sveis – Ísrael
Kl. 17.00 Føroyar – Finnland




