Danny & the Veetos er heitasta tónleikanavnið í Føroyum. Debut útgávan “Hint of Melancholy” kom út fyri einum góðum árið síðani og síðani tá hava teir spælt alt Føroyar tunt, verið á konsertferð uttanlanda og vunnu tvær FMA virðislønir, sum “Ársins Bólkur” og “Ársins Sangur”

Myrkri hevði lagt seg yvir býin og fjøldin varð savnað á vágsbøi.
Konsertin hevði eina kula og spennandi byrjan. Konsertin byrjaði við at Símun Dam(tangentar) spæli eina intro til lagið “Eg Lítil Var” ímeðan eitt video koyrdi á stórskýggjanum.
Bólkurin spældi væl og røddirnar ljóðaðu gott! Sangirnir eru fangandi og mennirnir høvdu nógva orku. Ímillum okkurt lag, fingu vit eina klassiska joke frá Páll.
Tvey nýggj løg vóru eisini framførd, “Tears” og “Everybody Dance”.
Eisni høvdu teir ein gestasangara við sær, sum var ungi vágbingurin, Ingi Poulsen. Teir framførdu oyrahangaran “Tann Fittasta”. Hetta eydnaðist sera væl og varð fólkið sera við uppá tað.
Danny & the Veetos eru komnir fyri at verða. Nýggu løgini er góð og nógv spennandi er bólkinum fyri framman.
Settlisti
Eg Lítil Var
I Am Affraid
Tears
Farvæl
Stúr Ei Meir
Sunnukvøld í Mai
Tann Fittasta
Everybody Dance
Vagabonds
Alright