Reiðaríið hjá Høgabergi fekk 40.000 kr. í bót í rættinum í Bodø og skiparin 20.000 kr.
Rætturin í Bodø segði, at samsvar var ikki ímillum fiskin, sum var í lastini og skipsdagbókina. Hjáveiðan av seiði ella upsa var ikki uppførd og tí gjørdi rætturin av at geva bót.
Men neyvan er seinasta orðið sagt í hesum málinum. Hjáveiðan hjá Høgabergi var bert 1,2% og vanligur sigur hevur verið, at lastin verður ikki rørd uttan so at meira enn 5% av hjáveiðu verður roknað við at vera í lastini.
Harafturat tykist hetta at vera ein kúvending hjá norsku kystvagtini, tí ikki ber til at fiska nakað av hjáveiðu og ein hjáveiða uppá 1,2% má sigast at vera lítil.




