Nótaskipið Høgaberg, ið hevur heimstað í Fuglafirði, verður væntandi seldur til Íslands, Anfinnur Olsen reiðari upplýsir fyri skipini.com, at fleiri hava áhuga fyri keypa skipið, men sum nú er verður Høgaberg væntandi seldur til Íslands.
Anfinnur Olsen reiðari sigur í telefonsamrøðu við skipini.com, at í løtuni er hann staddur uttan landa, men at fyribilssáttmálið er undirskivaður, og at gongur alt sum ætla fer Høgaberg til Íslands.
Høgaberg hevur ligið síðan svartkjafturin var uppi, og hevur staði á sølulista í eina tíð, í løtuni er skipið yvir í Íslandi, har skipið nú møguliga fær heimstað, men enn er onki endaligt undirskriva.
Spurt var um hvat søulu prísurin var, men reiðarin sigur seg slett ikk kunna upplýsa hettar enn, av tí at alt ikki er komi orduliga uppá pláss.
Høgaberg er nummar 4 av teimum stóru nótaskipunum, sum eftir stuttatíð er farið úr flotanum, grundin er vantandi fiski møguleikar.
Kelda : www.skipini.com




