Fylgisveinamyndin vísir, hvussu høgætt kann skikka sær í Føroyum. Myndin er tikin í juni 1998, tá ið høgætt lág mestsum alt summarið. Í høvuðsheitum var hetta veðrið á Ólavsøku í ár, og soleiðis fer at verða næstu dagarnar eisini. Norðanfyri rúgvast skýggini upp ímóti teim høgu og brøttu fjøllunum – har er skýggjað veður saman við sirmi ella regni. Sunnanfyri er veðrið nógv betri – klárt, turt og sólglottar.
Høgætt fer at liggja nakrar dagar afturat. Eitt lágtrýst er miðskeiðis ímillum Føroyar og Norra, og tað er tað sum er atvoldin til høgætt her hjá okkum í Føroyum. Lágtrýstið er ikki djúpt, so vindur verður ikki tann heilt stóri.
Í stuttum kann sigast um veðrið hetta til mikudagin, at vindurin fyri tað mesta fer at koma úr útnyrðingi ella norði. Vindferðin fer at liggja ímillum 5 og 10 m/s – í løtum eitt sindur minni.
Hvussu verður við avfalli er ein onnur søga. Tað fer at skifta aftur og fram frá sólglottum til regn teir næstu dagarnar. Í støðum, har høgætt er góð, fara løturnar við sól ella sólglottum at vera fleiri og longri enn í teimum støðum, har høgætt ikki er so góð.
Og hinvegin – har sum høgætt ikki er serliga góð, fara løturnar við ælingum og regni at vera títtari og drúgvari enn í teim støðum, har høgætt er góð.




