Eitt lágtrýst fer at vera eystan fyri okkum í vikuskiftinum – fer at flyta seg eitt lítið sindur suður og norð – dregur luft til sín úr vestri og útnyrðingi og norði hetta vikuskifti.
Brúgvalagið eystan fyri okkum gevur okkum regn seinnapartin í dag, men út á seinnapartin fer at slíta í, og restina av vikuskiftinum fara bert onkrir ælingar við regni at merkjast í Føroyum.
Ættin í dag er útnyrðingur, 8 til 12 m/s. Í kvøld er vestan við somu vindferð.
Í nátt og í morgin ári fer ættin at mala úr ymsum ættum – lítil vindur – men út á seinnapartin í morgin er aftur útnyrðingur, 2 til 7 m/s.
Sunnudagin fer ættin at liggja ímillum útnyrðing og norðan, um 5 m/s, og onkrir ælingar.
So er tað hitin hetta vikuskiftið. Hann verður nokkso konstantur um6-7 stig.
Gott vikuskifti.



