Høgættin fer at liggja nakrar dagar afturat. Eitt hágtrýst hevur ligið yvir okkum í nakrar dagar, og tað verður liggjandi nakrar dagar afturat. Rundan um hátrýst melur luftin við klokkuni, og tað er í hesum veika meldri, at Føroyar liggja. Luftin kemur til okkara av leiðunum sunnan fyri Svalbard.
Ættin fer at liggja um útnyrðing-norðan líka til sunnudagin. Tá kemur vesturættin. Vit fara ikki at hava nógvan vind næstu dagarnar – millum 5 og 8 m/s; tó fara onkur smá frávik at vera upp og niður.
Fyri tað mesta fer at vera turt næstu dagarnar; hitin fer at liggja um 7 – 8 stig. Sunnudagin kanska eitt stig ella tvey stig meiri.




