Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgætt mest sum alla vikuna

Hanus Kjølbro, Sjónám

Hesa vikuna fer luft at reka ímóti Føroyum úr ættunum ímillum landnyrðing og útnyrðing – tó fer hann at mala úr ymsum ættum eina løtu mikudagin.

Talan er ikki um nógvan vind. Í morgun er vindferðin um 12 til 15 m/s, men vindferðin fer at minka í dag og í morgin. Seinnapartin týsdagin til fyrrapartin hósdagin verður bert lítil vindur. So veksur vindurin aftur eitt sindur.

Tað regnar illa í morgun. Ein hitabrúgv er oman fyri okkara leiðir, og úr henni regnar. Hon stendur still, flytur seg ikki. Tað fer at regna úr henni í dag – ilt er at siga, nær einki er eftir. Tá ið tað er slitið í, verður turt í nakrar dagar.

Hitin hesa vikuna fer at liggja um 6 – 7 stig.