Lágtrýstið við vesturstrond Skotlands sæst væl á fylgisveinamyndini. Tað er hetta lágtrýst, sum stýrdi Ólavsøkuveðrinum. í ár. Tað fer at liva í einar tveir dagar afturat.
Há- og lágtrýstini fordeila seg soleiðis í hesum døgum, at luftin fer at reka ímóti Føroyum frá leiðunum við Svalbard – langt norðan fyri okkum. Har norðuri er hitin niðri á 4-5 stigum. Á leiðini til Føroyar ornar luftin og tekur guvu upp úr sjónum.
Tá ið hon er komin til norðara part av Føroyum, er hitin komin upp í eini 12 stig, og vætuinnihaldið stórt. Tað er skýggjað yvir alt landið – tó onkur hendinga sólglotti.
Hetta luftrákið fer at standa við meginpartin av vikuni. Vindurin fer ikki at vera nógvur teir fyrstu dagarnar, og ælingar komandi og farandi.




