Køld luft av norði fer at reka inn yvir oyggjarnar stóran part av vikuskiftinum. Tað er eitt lágtrýst eystan fyri Føroyar, sum fær luft norðan úr Barentshavi at reka ímóti okkara leiðum.
Køld luft av norði fer at reka inn yvir oyggjarnar stóran part av vikuskiftinum. Tað er eitt lágtrýst eystan fyri Føroyar, sum fær luft norðan úr Barentshavi at reka ímóti okkara leiðum.
Ælaveðrið í dag heldur á til einaferð seint í kvøld. Tá fer at slíta í. Allan dag fer luftin at koma til okkara av landnyrðingi-norðuri; vindferðin fer at liggja um 10 m/s. Eftir midnátt fer vindurin at minka niður ímóti 6 til 8 m/s. Hitin í dag er 7 stig.
Høgættin fer vera í morgin – leygardagin – eisini, men í annaðkvøld fer hon at snara niður í eystan. Tó er talan um luft úr sama uppruna. Seint í annaðkvøld fer ættin aftur upp ímóti norðuri. Vindferðin í morgin fer at liggja um 5 til 6 m/s; hitin fer at liggja um tey 7 stigini. Leygardagin fer at vera turt.
Sunnumorgunin fer at líkjast leygardegnum. Vindurin fer at koma av landnyrðingi-norðuri – men vindurin fer um middagsleitið at veksa upp í ein strúk í vindi, 10 til 14 m/s. Turt fyri tað mesta fyrrapartin og út á seinnapartin. Um kvøldið kemur eitt samanrunnið brúgvalag hendavegin sunnanífrá. Tá fer at regna. Hitin sunnudagin fer at liggja um tey 7 stigini.
Gott vikuskifti.




