Høgættarveðrið fer at liggja í nakrar dagar, ið hvussu so er. Í morgun er høgur landnyrðingur – vindferðin er 10 til 15 m/s. Fyri tað mesta er tað turt – tað velst um ættina á staðnum og tey landafrøðiligu viðurskiftini annars.

Hetta sama lágtrýst, sum hevur myndað veðrið í Føroyum í eina viku ella so, ikki vil sleppa okkum. Tað er nú endiliga byrjað at grynnast og at missa megi. Í morgun er tað statt einar 100 fjórðingar vestur úr Írlandi, og tað fer at flyta seg í beinan eystan í dag. Hetta broytir ikki tað heilt stóra í veðrinum um Føroyar. Tó eitt sindur.
Seinni í dag fer vindurin at veksa upp í 13 til 18 m/s. Sama høgætt sum í dag, og tí mugu vit rokna við nøkrum hørðum hvirlum. Tvey samanrunnin brúgvaløg er ávegis eystaneftir. Tey hava regn við sær. Tað fyrra kann væntast einaferð seinnapartin; hitt verður yvir okkum í nátt og í morgin ári.
Tað, ið eftir er av vikuni, verður veðrið framvegis myndað av hesum sama lágtrýsti. Men so við og við fer tað at missa alla sína megi, og vindurin av landnyrðingi fer at minka. Tey tilhoyrandi brúgvaløgini fara at koma yvir okkum í dag og í morgin, og tí kann væntast, at restin av vikuni verður turr.