Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgin Hoydal spyr løgmann

John William Joensen

Tíðindaskriv: Munnligur fyrispurningur til løgmann um sonevnda heimildarlóg í uttanríkismálum.



  1. Hvørjar eru nýggju heimildirnar í teirri sonevndu heimildarlógini í uttanríkismálum, sum bæði løgmaður og danski forsætisráðharrin hava fráboðað at koma í gildi 1. januar 2005?


  2. Verður føroyingum heimilað at hava sjálvstøðugan limaskap í tildømis Norðurlandaráðnum, Altjóða Hvalaveiðinevndini (IWC), NATO ella øðrum altjóða stovnum og felagsskapum?



  1. Verða føroyingar í heimildarlógini og í viðmerkingunum til lógina viðurkendir sum tjóð við sjálvsavgerðarætti í altjóða samfelagnum?




  1. Nær er ætlanin at leggja lógina fyri Løgtingið?




Viðmerkingar
Leingi hevur verið arbeitt á embætismannastigi millum Danmark, Føroyar og Grønland við eini sonevndari heimildarlóg í uttanríkispolitiskum málum.
Bæði Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava fyrr fráboðað, at ætlanin er at seta eina tílíka lóg í gildi frá 1. januar 2005.
Hóast nógvar fyrispurningar, hevur higartil verið ógjørligt at fáa nakra ábending um, hvat innihaldið skal vera í hesi lóg. 
Tó hevur grønlendska Landstingið í sínari heystsetu, sum júst er endað, í skundi viðgjørt eitt upprit um uppskot til eina danska ríkislóg um uttanríkispolitiskar heimildir til Grønlands.

Sambært hesum, er talan um, at ringastu vónirnar verða váttaðar:



  • Ongin víðkað heimild er til Grønlands til tess at virka á uttanríkispolitiska pallinum í mun til støðuna í dag

  • Ongin heimild er til Grønlands at fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða stovnum og felagsskapum – bert kann Grønland umboða Danmark, har Danmark ikki hevur áhuga

  • Í besta føri er talan um, at tær sømdir, ið bæði føroyingar og grønlendingar hava vunnið sær gjøgnum siðvenju, verða lógarfestar

  • Harafturat tykist talan vera um beinleiðis afturstig, har danska stjórnin skilar sær rætt til at hava ávirkan á samráðingar, ið grønlendingar higartil hava ført uttan danska uppíblanding – tildømis tá dupultskattaavtalur verða gjørdar við onnur lond

  • Og í viðmerkingunum verður beinleiðis staðfest, at grønlendingar verða ikki viðurkendir sum tjóð í altjóða samfelagnum.

Um tað er ein tílík lóggáva, ið løgmaður hevur hugsað sær at leggja fyri tingið, so má stundin vera komin at siga Løgtinginum, hvat liggur í kortunum og hvat landsstýrið ætlar.
Í løtuni bendir alt á, at talan er um at gera nýggjar heimastýrislógir, ið gyrða Føroyar uppaftur meira inni enn verandi heimastýrisskipan, og sum binda Føroyar fastar í danska eindarstatin við ongum tjóðarrættindum.
Úteftir verður tað sagt at vera eitt framstig. Men í veruleikanum er talan um fastlæsing og afturstig.


Á løgtingi 23. november 2004
Høgni Hoydal
løgtingsmaður

Harleyfacadeacryl