Høgni Berg er íðin Manchester United viðhaldsmaður og hann væntar ikki so lítið av sínum liði. Tað verður tó ikki nokk til at koppa Chelsea. Høgni svarar spurningum um komandi Premier League kappingarár hesaferð.
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
– Chelsea
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
– Chelsea vann lættliga meistarheitið í fjør, og hava áleið sama hóp í ár. Eingin lyklaleikari er seldur, og í mun til eitt nú Man City, so hava leikararnir ein vinnara hugburð.
Hóast hini liðini tykjast sterkari í ár, so eru tey ikki á sama støðið sum Chelsea.
Um Chelsea ikki gerast meistarar, so er tað í hvussu er ikki teirra skyld. Men øll hini hava skyldina. Vøllurin, veðrið, Wenger ella okkurt heilt annað, verður allarhelst svarið hjá Mourinho.
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
– 1: Chelsea, 2 Man Utd, 3 Arsenal, 4 Man City
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
– Diego Costa
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
– Petr Cech
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
– Swansea. Garry Monk er í gongd við eitt spennandi projekt. Southampton missur annað árið á rað profilar, og eg veit snøgt sagt, ikki hvar vit hava Tottenham. Swansea kann byggja víðari uppá eitt gott kappingarár, og ota seg longur upp eftir stigatalvuni.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
– Leicester. Ein ótrúligur endaspurtur í fjør tryggjaði teimum enn eitt kappingarár í Premier League. Nigel Pearson er skiftur út við Claudio Ranieri, og av eini ella aðrari orsøk havi eg ikki so stórt álit á honum….




