Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni eigur at vísa í verki at hann kann handlað eftir egnari sannføring

John William Joensen

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sigur at málið um flyting av veiðuloyvum, er gott høvi hjá Høgna Hoydal at vísa fólki at hann meinar tað hann sigur.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sigur at málið um flyting av veiðuloyvum, er gott høvi hjá Høgna Hoydal at vísa fólki at hann meinar tað hann sigur.

Vit hava roynt at fingið politiskar viðmerkingar frá øllum flokksformonnum til støðuna, nú tað er prógva at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var kunnaður um at veiðuloyvi vóru flutt frá línuskipum til uppisjóvarskip – beint ímóti niðurstøðu hjá Løgtingssins umboðsmanni. Høgni Hoydal hevur baði í løgtinginum og í almenninginum sagt at hann kendi einki til hetta.

Formaðurin í Sambandsflokkinum ikki í iva

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum er sera greiður um støðuna.

– Høgni Hoydal kann nú handla sambært egnari sannføring og vísa í verki, at hann meinar nakað við tey orðini hann hevur ført fram seinastu mongu árini, um at skeivleikar skulu fáa fylgir.