Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni er sera nær við at finna eina semju um fiskivinnu nýskipanina

John William Joensen

Samráðingar hava verið millum samgonguna og Sambandsflokkin yvir vikuskiftið og sum skilst hava tær verið positivar. Í gjár skiltust partarnir eftir at Sambandsflokkurin hevði gjørt Landstýrismanninum greitt hvar hann hevði flokkin. Vit hava tó enn ongar almennar viðmerkingar fingið frá pørtunum.

Sum skilst er ikki óhugsandi at aðrir andstøðuflokkar verða við í einari møguligari semju. Í morgin er samgongufundur har m.a. fiskivinnupolitikkurin er á skránni.

Sum skilst skapti tað nakað av órógv millum samgongufólk, tá tað frættist í Norðlýsinum, at samráðingar vóru í gongd, tí hildið var at kunningin frá landstýrismanninum var ikki nøktandi.

Enn er einki likið út um innihaldi í einari møguligari semju, men óivað verður okkurt at frætta eftir samgongufundin í morgin.

Semjan er sum skilst komin undir land, men sum flestu kunnugt, so er tað júst her skerini eru.

Les meira um útspælið til samráðingarnar frá landsstýrismanninum her.