Tað var ein væl nøgdur fiskimálaráðharri, sum fekk fish & chips frá JFK í kvøld.
Tað var ein væl nøgdur fiskimálaráðharri, sum fekk fish & chips frá JFK í kvøld.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur verið ein av mongu gestunum í Klaksvík í dag. Í morgun setti hann sjómannadagin og seinni handaði hann heiðursplátir til bestu skip og bátar.
Høgni royndi eisini, saman við konuni, fish & chips frá JFK og var heilt væl nøgdur, tá myndamaðurin Oliver Joensen fangaði hann eftir, at hann fekk portiónirnar. – Nú hevði eg sett mær fyri at fara í bíðirøð fyri at sleppa í “kioskina” hjá Hanusi, segði Høgni Hoydal við einum smíli.
Onkur helt skemtiliga fyri, at man kann í øllum førum staðfesta, at í dag var tað Høgni Hoydal, sum fekk fiskin ókeypis frá Hanusi Hansen og hinum í JFK. Og báðir partar tóktust vera væl nøgdir við ein góðan sjómannadag.




